Vælkomin á Hotel Djurhuus


Hotel Djurhuus liggur væl fyri tætt við farstøðina og einans 10 minuttir til gongu úr miðbýnum. Hotellið hevur 50 kømur í ymiskum støddum og standardi - frá standard til superior og svitu. Bíleggur tú beinleiðis á okkara heimasíðu, fært tú altíð okkara besta prís.

Ein góður morgunmatur er besti mátin at byrja dagin uppá, og tí er hann altíð íroknaður í prísinum á Hotel Djurhuus. Harafturat fært tú sum gistandi ókeypis kaffi gjøgnum dagin og kanst venja í okkara venjingarhøli, so ofta tær lystir. Sum gestur á Hotel Djurhuus kanst tú eisini parkera á okkara parkeringsplássum ókeypis.

Móttøka
Móttøkan er mannað millum kl. 7.00 og 21.00 ella eftir avtalu. Vit eru klár at hjálpa, um tit hava tørv á einum ella øðrum. 

Royking
Á Hotel Djurhuus er ikki loyvt at roykja, men tilber at roykja á økinum aftanfyri og uttanfyri hotellið. Verður forboðið ikki hildið, verður bót á kr. 3.000 sett á kamarsrokningina. 

Innskriving/útskriving
Innskriving er frá kl. 15:00. Gestir verða vinarliga bidnir um at fara úr kømurunum í seinasta lagi kl. 11.00 á útskrivingardegnum.

Bílegg
her fyri bestu
prísirnar